Hon hevur fleiri ferðir áður vunnið HM og aðrar altjóða kappingar, og aftur í gjár og í dag hevur Sarita Kristina Hansen av álvara gjørt um seg í HM kappingini í inniróðri.
Ætlanin var, at kappingin hetta vikuskiftið skuldi vera í Týsklandi. Tað bar ikki til orsakað av koronu.
Tí verður kappast kring allan heimin.
Í Føroyum verður kappast í høllini á Læraraskúlanum, har tað varð kappast í gjár og aftur í dag.
Í gjár luttók Sarita Kristina Hansen í kappingini á 500 metra teininum fyri kvinnur 30 – 39 ár í lættvekt. Hon átti bestu tíðina og er harvið heimsmeistari. Tíðin hjá henni var 01:39.3.
Í dag luttók Sarita Kristina Hansen í kappingini á 2000 metra teininum, og aftur í dag var hon fyrst á mál og er tískil heimsmeistari. Tíðin var 07:23.8
Í fjør vann Sarita Kristina Hansen eisini hesar báðar kappingarnar, og harvið hevur hon endurvunnið bæði HM heitini, sum hon vann í fjør.