Saric heldur lív í FM-vónini hjá ÍF

Leingi var líkt til at 07 Vestur skuldi hála ÍF úr FM-stríðnum, men við einum máli í evstu løtu helt Nenad Saric lív í vónini hjá ÍF, sum – hóast tíggju mans á vøllinum – megnaði at vinna 3-2

ÍF - 07Vestur 3-2 (0-1)

Hvør einasti dystur hjá 07 Vesturi er ein bardagi um at halda seg í Effodeildini. Hóast útlitini fyri hesum ikki eru góð, so hevur 07 Vestur argað seinastu tíðina við at vinna 3-2 á TB farna vikuskifti og mikukvøldið tapa tepurt 0-1 ímóti Víkingi.
Hinvegin ráddi um hjá ÍF at halda lív í FM-vónini við at framhaldandi elta HB, sum teir undan dystinum vóru fimm stig frá. Við stóra stiga­muninum og heima­vallar­fyrimuninum mátti tað metast sum eitt krav hjá ÍF, at teir vunnu dystin, men ikki skuldi tað gerast lætt.

07 Vestur á odda
Fyrsta løtan leikaði javnt á og tað sást, at gestirnir úr 07 Vesturi bardust fyri lív­inum. Ikki eru teir eiða­sørir í álopspartinum, og til­spæla teir sær – um enn ikki so hegnisliga – fleiri vanda­støður. Slík var støðan eis­ini, tá ið 07 Vestur heldur óvænt­að legði seg á odda tá ið 13 minuttir vóru farnir. Tað var eftir eitt frísparksinnlegg, at 07 Vestur varðveitti trýstið í ÍF-brotsteiginum, og sum end­aði við, at Tór-Ingar Akselsen skeyt bóltin í málið til 1-0 til 07 Vestur.
ÍF royndi at sláa kalt vatn í blóðið og fáa sítt egna spæl á glið. Tað eydnaðist í ein ávís­an mun, og teir høvdu eisini bróðurpartin av spælinum.
Tíggju minuttir fyri hálv­leik eydnaðist tað ÍF at javna. Leivur Joensen legði bóltin innfyri úr høgru síðu, har Nenad Saric tamdi bóltin væl og legði hann fyri føturnir á Clayton Soares, sum javnaði til 1-1.
1-1 var eisini støðan, tá ið farið varð til hálvleiks.

Hendingarríkt
Okkurt bendi á, at ÍF-venj­arin, Albert Ellefsen, ikki var heilt nøgdur við avriki hjá sínum monnum í fyrra hálv­leiki. Í øllum førum skifti hann Poul N. Mikkelsen út í hálv­leikinum. Í hansara stað kom Áki Petersen.
Seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, tá ið ÍF fekk tillutað brotsspark. Hetta umsetti Øssur M. Dalbúð til mál – 2-1 og nú var tað ÍF, sum var á sigurskós.
Men 07 Vestur vildu tað øðrvísi, og tað vildu teir skjótt. Tað var nevniliga bara tveir minuttir eftir ÍF-málið, at Gunleif Olsen javnaði til 2-2.
Nú vóru góð ráð dýr hjá ÍF, men eitt skot fyri bógvin var tað, at Jan Ó. Ellings­gaard fekk tvey gul kort næstu løtuna og harvið varð rikin av vølli. Fimm min­uttir fyri leiklok mátti veteran-málverjin hjá ÍF, Jákup Mikkelsen, lata seg út­skifta vegna skaða, men tað var í hinum málinum, at øll hugsavnanin hjá ÍF var.
Og tað eydnaðist hjá ÍF. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tók Nenad Saric sakina í egnar føtur og eftir frálíkan rennitúr gjørdi hann tað til 3-2 og tryggjaði ÍF ein sera týdningarmiklan sigur í mun til FM-stríðið, meðan 07 Vestur mátti geva seg og nú líkist alt meiri einum niður­flytara.

Clayton skorar á heimavølli
Málslúkarin hjá ÍF, Clayton Soares, trívist eftir øllum at døma væl á heimavølli. Hann er í løtuni fjórðbesti mál­skjúttin í Effodeildini við 13 málum, og heili 11 av hesum eru skotin á heimavøllinum í Fuglafirði.

ÍF fekk 9 stig og 9 mál ímóti 07 Vestur
ÍF og 07 Vestur leiktu tríggjar rættiliga undirhaldandi og lívligar dystir, sum allir endaðu við einum sigri til ÍF, sum skoraði tríggjar ferðir trý mál ímóti 07 Vestur. Í 3. umfari vann ÍF 3-1 á heimavølli, og í 12. umfari vann ÍF aftur 3-1, hesaferð á Dungasandi í Sørvági. Ígjár reið um snarið hjá ÍF, men ímóti dystarenda fekk ÍF skorað til 3-2, og fekk sostatt fult hús ímóti 07 Vestur í 2013.

Nógv leikbann
Allir, sum fingu kort hjá ÍF í hesum dystinum, eru leikbannaðir til komandi dyst ímóti Víkingi. Talan er um Høgna Zachariassen, Ari Ó. Ellingsgaard og Jan Ó. Ellingsgaard. Hinvegin eru Kaj Leo í Bartalsstovu og Hans Jørgen Djurhuus eisini leikbannaðir hjá Víkingi. Hetta skrivar Norð­lýsið á heimasíðu síni.