Sareen bíðar eftir turra fiskinum

- Nei, eg havi enn ikki smakkað turra fiskin hjá Akseli, men nú fer tað at vera.

Tað sigur Manu Sareen flennandi, tá vit spyrja hann eftir turra fiskinum, sum Aksel Haraldsen hevur við sær í ryggsekkinum. Danski kirkjumálaráðharrin er á sama liði sum Aksel Haraldsen, á súkklu úr Danmark til Paris.

 

Hýrurin millum teir 62 súkklararnar á liðnum Team-Rynkeby Ringe er sera góður. Tað verður skemtað og tikið sær av løttum. Liðið er aftur partur av einum størri ferðaliði á okkurt um 1000 súkklarar, ið súkkla teir 1200 kilometrarnar úr Danmark til Paris fyri at savna inn pengar til Børnecanserfonden.

 

Súkklararnir eru nú komnir til Maastricht, har gist verður í nátt. Í dag hava teir súkklað 219 kilometrar, og nú eru minni enn 500 kilometrar eftir til Paris. 

 

Í einum steðgi fyrr í dag fingu vit orðið á Manu Sareen. Hoyr samrøðuna við at trýsta á ljóðfíluna, ovast í greinini.