Sarah vann X Factor 2011

Atkvøðurnar vóru ógvuliga tættar upp undir endan av atkvøðugreiðsluni í X Factor kappingini í kvøld. Hin bert 15 ára gamla Sarah vann X Factor kappingina í kvøld og kann nú kalla seg vinnara av X Factor 2011.

 

Annelouise sang annars sum fyri lívinum í finaluni í kvøld, og dómararnir hildu, at hon ?vokalmæssigt var bedst?, sum tikið varð til.

 

Men tað var Sarah, sum vann talentshowið, sum tað verður rópt.

 

- Eg kann einki siga nú, segði hin nýútnevndi X Factor vinnarin, Sarah.

 

Tað er danska Ekstrablaðið, sum ber tíðindini og eigur myndina.