Sarah vann og er nú heimsmeistari

Eitt megnaravrik - myndir frá stóru løtuni eru her

Sarah Mahfoud hevur júst vunnið heimsmeistaraheitið IBF í greinini fjaðurvekt. Hon smurdi undanfarna heimsmeistaran Brenda Carabajal av, soleiðis at eingin ivi var um, hvør stóð sterkari í ringinum.

Dómararnir vóru ikki í iva, tá teir góvu stigini - Sarah Mahfoud var bara betri enn Brenda Carabajal í kvøld.

Rómurin í høllini var øgiligur allan vegin ígjøgnum, og hetta var sum heild ein sera góður boksidystur.

Sarah Mahfoud hevur hervið skrivað søgu sum fyrsti dani - og føroyingur - at vinna hetta heimsmeistaraheitið. 

Vit fáa eina viðmerking frá heimsmeistaranum um eina løtu - inntil tá kanst tú síggja myndirnar frá stóru og søguligu løtuni.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##