Tá John McCain kom á landsfundin hjá republikanska flokkinum í september og boðaði frá, at tann lutfalsliga ókendi guvernørurin í Alaska, Sarah Palin, var hansara varaforsetavalevni, mundi fagnaðurin á fundinum ongan enda fingið. Her høvdu republikanararnir funnið eina kvinnu av meðalstætt, og so tosaði hon eitt mál og um evni, sum tann vanligi amerikanarin skilti og hevði áhuga fyri. Harafturat var hon konservativ, og tað kundi fáa fatur á teimum høgraveljarunum, sum ikki eru serliga fegnir um McCain.
Men síðani er nógv broytt. Tað eydnaðist demokratunum at vísa á, at Sarah Palin hevur als ongar uttanríkispolitiskar royndir, og at hon als ikki er búgvin at taka við sum møguligur forseti, um okkurt skuldi hent tí 72 ára gamla McCain. Harafturat høvdu demokratarnir hepni við at halda uppá, at avgerðin hjá McCain av velja ein so óroyndan varafroseta avdúkaði tvørrandi dømievni hansara.
Nógvir republikanarar hava eisini vent sær ímóti valinum hjá McCain. Peggy Norman, sum er millum teir fremstu republikonsku viðmerkjararnar, sigur við National Review, at eftir hennara tykki eigur Sarah Palin at taka seg aftur sum varaforsetavalevni. Sambært Peggy Norman var Sarah Palin ein fyrimunur fyri flokkin, men er nú vorðin ein byrða.
Michele Swers, sum er professari á Georgetown University, heldur, at Sarah Palin kann vera ein orsøk til, at undirtøkan hjá McCain hevur verið viknandi í seinastuni, soleiðis sum meiningakanningarnar hava víst.