Sarah Palin ætlar at stilla upp

Sarah Palin, sum var varaforsetaevnið á amerikanska forsetavalinum í 2008, sigur nú, at hon er sinnað at stilla upp til forsetavalið í 2012, um eingin annar vil. Tað segði hon í sjónvarpsssendingini Entertainment Tonight í gjár.

Eygleiðarar eru ójavnir á máli um møguleikarnar hjá henni at vinna forsetavalið um tvey ár, og harafturat skal hon ivaleyst fyrst kappast við aðrar politikarar um at gerast valevni hjá republikanarunum.

Tað eru teir, sum halda, at hon hevur ein møguleika at gerast valevni, tí sum er hava republikanararnir einki sterkt valevni.

Sarah Palin er í løtuni fremsta talskvinnan hjá teirri sokallaðu Tea Party-rørsluni, sum savnar misnøgdar amerikanarar og serliga republikanarar ímóti Barack Obama, forseta og hansara politikki. Rørslan hevur stóra ávirkan og hevur fleiri valevni á miðvalinum, sum verður í næstu viku.