Sarah Palin helt í nátt sína fyrstu røðu, síðani hon bleiv varaforsetaevni, og hon byrjaði við at leypa á mótpartin Hóast vantandi royndir tóktist Sarah Palin kenna seg væl á røðarapallinum á republikanska uppstillingarfundinum í nátt, og hon fór alt fyri eitt í álop á mótpartin. Eitt nú legði hon Barrack Obama undir at hava drigið orðið ?broyting? inn í valstríðið við tí eittans máli at fremja sína egnu politisku lívsleið.
Tað var týðiligt, at Sarah Palin royndi at gera vart við seg sum einasta kvinnan í valstríðnum til forsetavalið í heyst.
-Hetta er Amerika, og allar dyr standa opnar fyri øllum kvinnum, segði hon.
Í morgun bleiv John McCain endaliga staðfestur sum forsetavalevni hjá republikanarunum.










