X-Factor Sarah, sum fríggjakvøldið skal trína á pallin til stóru X-Factor finaluna, hevur meiðslað sær lærið, bert fáar dagar áðrenn finaluna í Parkini. Sarah, ein av finalistunum í X-Factor, sum fríggjakvøldið skulu enda X-Factor 2011, hevur fingið skaða í lærið.
DR upplýsir, at unga songkvinnan, sum fyri mong er ein fyrimynd, nú hevur meiðslað sær lærið, undir dansivenjing til stóru finaluna.
Kortini hevur Sarah góðar vónir, men ásannar, at dansurin helst ikki verður eins og ætlað.
Tað er fríggjakvøldið, at teir seinastu finalistarnir skulu standa sína endaligu roynd.
Kelda: dr.dk