Tíðindaskriv:
Fyrrverandi heimsmeistarin fer aftur í boksiringin leygardagin 12. oktober á 25 ára tiltakinum hjá boksifyrireikaranum Bettinu Palle, sum verður á Royal Arena í Keypmannahavn.
Sum kunnugt glapp møguliekin hjá Sarah Mahfoud at fáa eitt HM-belti henni av hondum, tá hon tapti á stigum móti ósigraða og núverandi WBC heimsmeistaranum Skye Nicolson í apríl í Las Vegas. Men hóast vónbrotið av ósigrinum, so hevur hon framvegis dirvið til meira og sigur seg nú vera klára at berjast, tá enn ein boksiveitsla er í Royal Arena.
Danish Fight Night tiltakið staðfestir eisini, at 25 ár eru liðin, síðan Bettina Palle skipaði fyri sínum fyrsta boksidysti, sum verður hátíðarhildin viðkomandi kvøld.
– Hugurin til boksing og tann serligi neistin, sum tú skalt hava, er við at koma aftur. So nú er bara upp á hestin aftur. Eg havi eitt sterkt toymi aftan fyri meg, og havi lagt eina góða ætlan í mun til fyrireikingarnar, sum verða eitt sindur øðrvísi enn tær hava verið fyrr. Eg eri framvegis høgt raðfest av fleiri av HM-sambondunum, so eg eri avgjørt ikki liðug enn. Eg haldi at tað hevði verið skomm at steðga á eftir tapið í Las Vegas, tá eg veit, at eg havi so nógv meira at geva. Nú skal eg bara geva koyra á í venjingarrúminum og skapa ein góðan dyst 12. oktober, sigur Sarah Mahfoud, sum júst er komin aftur av longri ferð í Føroyum, har hon hevur hátíðarhildið ólavsøku saman við familju og vinum .
Føroyski boksarin í Danmark, sum var IBF heimsmeistari frá 2020 til 2022, eltir ein nýggjan HM-dyst í fjaðravekt í einum av teimum fýra stóru HM-sambondunum. Amanda Serrano hevur seinastu árini verið ráðandi í vektflokkurin, men har eru byltingar og nýggir heimsmeistarar á veg.
Sum kunnugt situr Skye Nicolson á trónuni á WBC, og IBF-heitið er júst vorðið tókt, tí Amanda Serrano ikki megnaði at verja heimsmeistaraheitið innan settu freistina. Sambært týskum miðlum hevur Nina Meinke, sum Sarah Mahfoud áður hevur vunnið á í einum HM-dysti, sett at stríðast um tóma meistaraheitið.
Amanda Serrano er framvegis heimsmeistari við WBA og WBO, men skal stríðast í HM í super-lættvekt móti Katie Taylor í november, og tí er óvist, hvat verður aftaná. Vinnur hon meistaraheitið, fer eitt samband sum WBO helst at krevja, at hon innan 14 dagar ger av, hvørjum av teimum báðum vektflokkunum hon verður verandi heimsmeistari í.
Sarah Mahfoud er í løtuni nummar 2 hjá WBO, nummar 1 hjá WBC og nummar 6 hjá IBF. Hon er saman við øðrum í kjalarvørrinum á heimsmeistarunum og tætt við enn ein HM møguleika - serliga um hon aftur kemur á sigurskós í sínum næsta dysti. Samstundis er hon tó í eini støðu, har hvør dystur herfrá helst verður ein knall-ella-fall dystur, so tað er av alstórum týdningi, at hon klárar seg væl 12. oktober.
- Eg havi brúkt so nógv ár upp á hetta, og eg veit ikki, hvussu nógv ár eg havi eftir í boksing, so nú vil eg geva tí seinasta skotið og síggja hvussu høgt eg kann koma uppaftur, og tað er sjálvandi eitt HM-heiti, sum eg droymi um aftur. Beint nú halda vit fram at satsa uppá fjøðurvekt. Hvat vekt viðvíkur, so eri eg eitt sindur ov stór til fjøðurvekt og havi ongantíð hug at trýsta meg niður í vekt, so í teoriini kann eg eisini boksa við super-bantamvekt um ein møguleiki býðst. Men samráðingar um dystir lat eg Bettinu Palle taka mær av,’ sigur Sarah Mahfoud, sum gleðir seg til at koma aftur í toppform.
Sum kunnugt heldur Danish Fight Night kvøldið 12. oktober fram í Royal Arena Hall, sum er ein tillagað við góðum útsýni frá øllum plássum, og atgongumerki eru longu til sølu umvegis Ticketmaster, skrivar fyrireikararnir í tíðindaskriv.
Web: www.danishfightnight.com
Facebook: www.facebook.com/DFNboksning
YouTube: www.youtube.com/@DanishFightNightReal
Fakta um Sáru Mahfoud
* Fødd: 29. september 1989 í Tórshavn í Føroyum.
* Metlisti: 14-2 (3 KO).
* Vektflokkur: Fjøðurvekt (57 kilo).
* Hædd: 165 cm.
* Heiti og heiðursmerki: Fyrrverandi WBC silvurmeistari eftir sigur á Lara Ochmann í 2023 - vardi meistaraheitið móti Marcela Acuña í 2023. Fyrrverandi IBF heimsmeistari (Danmarks fyrsti nakrantíð) eftir sigur á Brendu Karen Carabajal í 2020 - vardi meistaraheitið móti avbjóðaranum Nina Meinke tann 21. apríl 2022. Tapti í stigum móti Amanda Serrano tann 24. september 2022. Fyrrverandi IBF millumlandameistari eftir at hava vunnið á Bukiwe Nonina í 2019. Kom inn á tríggjar týdningarmest felags heimsranglistarnar fyri fyrstu ferð tá hon í 2018 vann á Stephanie Ducastel, sum var nummar 5 á WBA og WBC styrkislistanum.
* Venjarar: Allan Mahfoud og Mauricio Ramirez.
* Fyrsti dystur sum yrkisleikari: 11. februar 2017.
* Styrking: IBF #6, WBO #2, WBC #1 og BoxRec teldustyrkilisti #3.
* Amatørkarriera: 55 dystir, 3 ferðir danskur meistari, 2 ferðir norðurlendskur meistari (fjøðurvekt, elite).