Sarah hevur fingið sáttmála

Fríggjakvøldið vann hon Dansifrøi. Nú vil hon gerast heimsmeistari í boksing.

Sarah Mahfoud vil vera heimsmeistari og nú er fyrsta fetið tikið. 27 ára gamla hálvføroyska kvinnan, sum fríggjakvøldið vann dansikappingina Dansifrøi á TV2, hevur nú skrivað undir ein sáttmála, sum ger hana part av boksitoyminum hjá Mogens Palle.

- Orð kunnu ikki lýsa, hvussu glað eg eri. Hetta havi eg droymt um, síðani eg var tannáringur. Nú havi eg ikki bara vunnið Dansifrøi, men eisini vunnið happadráttin við at sleppa í toymið hjá Mogens Palle sum kvinnuligur yrkisboksari. Tað er so stórt, sigur Sarah Mahfoud við EB.dk.

 

Hóast hon vónar, at hon í framtíðini kann liva av boksingini, so satsar hon ikki alt upp á ein hest. Í summar byrjar hon nevniliga at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. 

- Tað verður net-lestur, men eg skal sjálvandi skriva uppgávur, ganga til royndir og vera í starvslæru, samstundis sum eg boksi. Men tað gongur nokk. Eg eri bæði miðvís og miðsøkin, tá um ræður, sigur hon.

 

- Dreymurin er at sláa ígjøgnum sum yrkisboksari og við stuðuli frá sjeikinum, royndunum hjá Mogens Palle og mínum egna treiskni, er dreymurin vónandi ikki heilt veruleikafjarur, sigur Sarah Mahfoud.

 

Mogens Palle hevur havt kendar boksarar í toymi sínum, so sum Johnny Bredal og Mikkel Kessler.