Nýggja X-Factor stjørnan er í hesum døgum ávegis at gerast ein poppstjørna ? eisini uttanfyri Danmark. Hóast meiningarnar um sangevnini hjá Sarah eru ógvuliga ymiskar, so eru í øllum førum summi, sum halda Sarah er ein stjørna.
Tann kendi Hollywood ummælarin Perez Hilton skrivar millum annað, at Sarah er ?outstanding?, og skrivar eisini, at tey eru errin av henni.
Tó hava nógv onnur sett spurnartekin við hetta ummæli, tí tey halda tað verða løgið, at Hilton er errin av Sarah, bert tí hon er samkynd.
Vinnarasangurin hjá Sarah er nú nummar eitt í iTunes listanum í Danmark.
Kelda: bt.dk