Sarah boksaði javnt

Tað sermerkta var, at hon boksaði ímóti einum mannfólki.

Ein av luttakarunum á North Atlantic Fight Night í høllini á Hálsi í kvøld er hálvføroyska Sarah Mahfoud. Umvent teimum flestu dystunum, sum eru í MMA og kickboksing, so skuldi hon royna seg í boksing.


Mótstøðukvinna hennara skuldi eftir ætlan vera Ditte Frostholm úr Danmark, men av persónligum orsøkum mátti hon geva avboð í evstu løtu. Sarah skuldi ikki koma higar til onga nyttu, so danski maðurin, ið setti serliga búrið upp – hann er eisini royndur boksari – játtaði at traðka til og at boksa ímóti Saruh.


Tað var ikki nógvur futtur í dystinum hjá teimum báðum – kanska maðurin, ið kallaðist Martin og var 28 ára gamal, ikki vildi sláa til – og hóast tað vóru tríggir dómarar, so var semja ímillum teirra um, at dysturin skuldi enda við javnleiki.


- Tað hevur verið eitt ordiliga gott upplivilsi, segði Sarah, sum hevur boksað í 12 ár, á góðum føroyskum við orðstýraran eftir dystin, tá ið hon varð spurd um hvussu tað var at vera í Føroyum aftur. Hon boksar við Gladsaxe í Danmark.