Sára søgulig í Páls Høll

Sára Ryggshamar Nysted hevur sett trý føroysk met í Páls Høll í dag

Mynd: (Svimjing.fo)

Um vikuskiftið skipar SuSvim fyri fyrstu svimjistevnuni í Føroyum á langgeil. Svimjistevnan er eisini karmur um fleiri nýggj føroysk met, sum eru sett av einum og sama svimjara.

 

Talan er um Sáru Ryggshamar Nysted, sum hevur sett føroyskt met á 800 metrar frí, 400 metrar frí og 100 metrar frí. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at nakað met er sett á langgeil á føroyskari jørð.

 

Í 800 metrum frí var talan um stórt nýtt met, tá hon kom á mál við tíðini 9.12:01. Í 400 metrum frí er nýggja metið 4.24:20, meðan nýggja metið á 100 metrum er 58.91. Her átti hon sjálv metið frammanundan.

Mynd: (Svimjing.fo)

Mynd: (Svimjing.fo)

Mynd: (Svimjing.fo)

Mynd: (Svimjing.fo)

Mynd: (Svimjing.fo)