Tey úr Suðuroyar Svimjifelag vunnu meira enn helvtina av heiðursmerkjunum á Meistarastevnuni fyri Ung í svimjing, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú 25. og 26. apríl 2014.
Serliga vóru tað Sára R. Nysted og Rólant Toftum sum vunnu heiðursmerki til felagsliðið úr Suðuroy, umframt Lea Midjord og Rói Bech. Tilsamans vunnu hesi fýra 45 gullmerki, 6 silvurmerki og 2 bronsumerki.
10 teir mest vinnandi einstaklingarnir
Svimjari (føðiár), felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Sára R. Nysted (2001), SuSvim | 13 | 3 | |
Róland Toftum (1998), SuSvim | 12 | 2 | 1 |
Lea Midjord (2002), SuSvim | 10 | 1 | 1 |
Rói Bech (2001), SuSvim | 10 | ||
Rebekka Trygvadóttir (2004), Reysti | 7 | ||
Jónas Hansen (2002), Reysti | 5 | 3 | 2 |
Brynhild Johannessen (2002), SuSvim | 5 | 3 | |
Rókur Trygvason (2000), Reysti | 4 | 5 | 1 |
Marius Ihlen Gardshodn (1998), HS | 4 | 1 | |
Johan N. Dam (2002), HS | 3 | 1 | 2 |
Allarbesta avrik hevði Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag, sum í 400 metra frísvimjing megnaði at svimja seg til 622 FINA stig, tá ið hann vann kappingina í elsta aldursbólkinum við tíðini 4:08.60.
Men annars var tað serliga Sára R. Nysted sum skaraði framúr, við at svimja seg til 6 av 12 teimum hægstu FINA-stigunum, umframt at gerast yngsti føroyski svimjari nakrantíð undir minuttin í 100 frí.
- Marius Ihlen Gardshodn (1998), HS - 4:08.60 í 400 frí (622 FINA stig)
- Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 9:25.14 í 800 frí (616 FINA stig)
- Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 59.99 í 100 frí (614 FINA stig)
- Signhild Joensen (2000), Ægir - 2:21.31 í 200 rygg (612 FINA stig)
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS - 9:26.63 í 800 frí (611 FINA stig)
- Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 4:38.50 í 400 frí (599 FINA stig)
- Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 2:11.99 í 200 frí (597 FINA stig)
- Barbara Debes (2000), FLOT - 27.70 í 50 frí (591 FINA stig)
- Marius Ihlen Gardshodn (1998), HS - 1:58.42 í 200 frí (590 FINA stig)
- Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 1:09.02 í 100 blandað (585 FINA stig)
- Signhild Joensen (2000), Ægir - 4:41.06 í 400 frí (583 FINA stig)
- Sára R. Nysted (2001), SuSvim - 27.83 í 50 frí (583 FINA stig)
Felagsliðið Reysti úr Eysturkommunu vunnu næstflest heiðursmerki, frammanfyri Havnar Svimjifelag, Ægir, FLOT og Fuglafjarðar Svimjifelag.
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
SuSvim | 57 | 30 | 18 |
Reysti | 22 | 29 | 26 |
HS | 15 | 20 | 16 |
Ægir | 2 | 4 | 6 |
FLOT | 1 | 3 | 6 |
FS | 1 | 2 | |
Tilsamans | 97 | 87 | 74 |