Sara Olsvig, sum júst er vald í Fólkatingið fyri grønlendska flokkin IA, hitti í dag umboð fyri Sosialistiska Fólkaflokkin og Eindarlistan. Báðir flokkarnir vildu hava samstarv við nývalda umboðið úr Grønlandi, og Sarah Olsvig hevur nú gjørt av at samstarva við SF.
Sara Olsvig sigur við grønlendska kringvarpið, at hon fer at atkvøða fyri teirri nýggju stjórnini, um so verður, at teir reyðu flokkarnir semjast um at skipa stjórn. Men hon hevur ikki gjørt nakra samstarvsavtalu við SF, og hon fer ikki upp í tingbólkin hjá flokkinum.
Spurd, hvat hon fær aftur fyri samstarvið við Sosialistiska Fólkaflokkin, sigur Sara Olsvig, at við samstarvinum hevur hon millum annað tryggjað sær sess í umhvørvisnevndini hjá Norðurlandaráðnum.
Hitt grønlendska umboðið, Doris Jakobsen úr Siumut, fer at samstarva við Sosialdemokratarnar í Fólkatinginum.