Leygarkvøldið 17. mars klokkan 21 syngja og spæla Sara Grabow úr Danmark og Steintór Rasmussen, í Spaniastovu í Klaksvík.
Sara Grabow fer at spæla og syngja løg av fløgum sínum, Mund til Mund og Ren Kliché.
Steintór Rasmussen fer at bæði at framføra løg av nýggju fløguni Valla Foldum Á og av fløgum, hann hevur givið út
sjálvur og saman við Frændur.
Dyrnar lata upp kl 20.
Steintór Rasmussen kenna øll, men Sara Grabow er tónleikari, tónasmiður og sangari úr Danmark og hetta er fyrstu ferð, hon er í Føroyum.
Sara Grabow, sum myndin er av, hevur útbúgving sum sangari frá Rytmisk Musikkonsertvatorium. Hon hevur verið við á fleri tónleikaútgávum hjá pápa sínum, Sebastian.
Hon hevur verið tónasmiður og sangari í øðrum orkestrinum í Danmark, eins og hon hevur luttikið á fleiri konsertum.