Ikki júst nakað prýði hevur hon verið, sum hon hevur staðið í heldur vesaligum standi í mong ár.
Tað er handilsvirkið P/F Svend Krosstein, sum hevur átti Sápufabrikkina mongu tey seinastu árini, og hevur hon verið nýtt til goymslu. Sum skilst skal nýggjur goymsubygingur byggjast á staðnum.
Tað eru 99 ár síðani, at Thorshavn Mælkeforsyning og Margarinefabrikk setti á stovn Sápufabrikkina, sum fyrstu árini helt til á Reinsarínum í Tórsgøtu, sum tá var ein partur av ognunum hjá Meiarínum í Tórsgøtu í Havn.
##med2##
Tá tað gjørdist ov trongligt í hølunum hjá Sápufabrikkini í Reinsarínum, varð tí nýggjur fabriksbygingur bygdur á Hálsi – og í 1940 flutti sápufabruikkin niðan á Háls.
Sápufabrikkin Okkara gjørdi millum annað »Rita« vaskipulvur og hondsápur við navninum »Smæra«, »Rósa« og »Blákolla«.
Navnið »Okkara« kom í 1925. Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik skrivaði út navnakapping tað árið. Inn komu ikki færri enn 55 uppskot, og var tað Einar Mohr í Havn, ið átti besta uppskotið og vann kappingina. Fyri tað fekk hann 300 krónur.
##med3##
##med4##