– Tað er ikki rætt, tá Kemilux Industri og stjórin Debess Petersen leggja Sapolux undir at kopiera teirra vørur.
Tað sigur stjórin í felagnum Sapolux, Jákup Jacobsen, í tíðindaskrivi. Hann sigur, at samstarvið, sum Sapolux hevur havt við Kemillux Industri í eitt longri áramál, helt uppat fyri hálvum øðrum ári síðan – og at tað var Kemilux Industri, sum segði samstarvið upp.
Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/donsk-fyritoeka-ger-saer-daelt-av-kemilux-navninum/?L=0&cHash=9844f2878fed593cea7bf4e2aa9b60bd&sword_list[]=Sapolux&no_cache=1Donsk fyritøka ger sær dælt av Kemilux-navninum
– Eftir at samstarvið við Kemilux Industri helt uppat, hevur Sapolux etablerað samstarv við annan veitara. Sapolux hevur einki samstarv við Kemilux Industri í dag. Sapolux kopierar ikki vørur hjá Kemilux Industri, sigur Jákup Jacobsen.
Hann vísir á, at stjórin í Kemilux hevur úttalað alment, at Sapolux kopierar vørur hjá Kemilux Industri, og at vørunar hava ikki somu eginleikar.
– Báðar útsagnir kunnu ikki verða sannar – at talan skuldi verið um kopivørur, men at tær hava ikki somu eginleikar. Hevði talan verið um kopivørur, so høvdu eginleikarnir verið teir somu, sigur hann.
Sambært Jákupi Jacobsen eru vørurnar frá Sapolux betri og bíligari, enn tær hjá Kemilux.
– Av somu orsøk hava kundar hjá Sapolux tikið væl ímóti teimum vørum, ið Sapolux hevur møguleika at bjóða kundum sínum í dag, sigur Jákup Jacobsen.
Tað er føroyski ríkmaðurin og reiðarin í Hirtshals, Gullak Madsen, sum eigur Sapolux.
Gullak Madsen, sum rekur makrelfiskiskap í Danmark, gjørdist serliga kendur í makrelstríðnum millum Føroyar og Danmark/ES – og tað fall ikki í góða jørð hjá føroyingum, tá hann vísti seg sum ídnan stríðsmann fyri at fáa donsku stjórnina og danska Fólkatingið at revsa Føroyar í markrelstríðnum – og at fáa Danmark og ES at seta revsitiltøk í verk ímóti Føroyum, føroyskum reiðarum og føroyskum fiskimonnum.