Santos til EB/Streym

Enn er tað ikki almannakunngjørt, men alt bendir á, at Alex José dos Santos spælir við føroyameistarunum úr EB/Streymi hetta kappingarárið

Fótbóltur

 

Alex hevur verið heima í feriu, men nú kemur hann aftur til Føroya, og enn hava hann og B36 ikki skrivað undir nýggja avtalu.

Hinvegin er líkt til, at spælarin nú aftur skal spæla undir Sigfríði Clementsen og Magna Mohr, sum vóru venjarar, tá Santos og hinir í B36 vunnu føroyameistaraheitið í 2005.

Sum skilst eru tað nú bert formlig viðurskifti við arbeiðs- og uppihaldsloyvinum, sum skulu fáast í rættlag, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.