Danska meistaraliðið, FCK, missir í næstum eitt av sínum vandamestu álopskortum. Álvaro Santos, sum seinastu tvey árini hevur verið partur av liðnum, hevur gjørt sáttmála við franska Auxerre, og dysturin hjá FCK móti finska MyPa verður hansara seinasti fyri felagið.
Flemming Østergaard, nevndarformaður, tykist tó ikki vera nervaður av hesum yvirhøvur. Seinnu árini hevur hann bygt FCK upp til at vera avgjørt fíggjarliga sterkasta felagið í Danmark, og hann hevur við miðlarnar sagt, at Ståale Solbakken, venjari, bara skal peika á tann spælaran, sum hann helst vil hava, tá hópurin skal styrkjast.