Santos leingir við EB/Streym

Alex Jose dos Santos og EB/Streymur hava skrivað undir nýggjan sáttmála, soleiðis at brasiliumaðurin eisini umboðar felagið í 2010. Hesum boðaði EB/Streymur frá á heimasíðu felagsins fríggjdagin. Tað merkir, at vinstri bakkurin nú kann fyrireika seg til næsta kappingarárið í felagnum.
Hann kom til EB/Streym frá B36 undan júst farna kappingarárið, men tað hevur verið svingandi við spælitíðini hjá Santos, sum annars av mongum verður mettur at vera millum landsins bestu á sínum plássi.