Santos hevur javnað fyri B36

Eftir at KÍ legði seg á odda, hevur B36 lagt stórt trýst á málið hjá vertunum, og beint undan steðginum gav hetta úrslit.

Alex José dos Santops sendi fríspark hart innfyri, og uttan at nakar nart við bóltin, ferðaðist hesin beina leið í meskarnar.

B36 hevur annars umskipað liðið nakað. Sylla noyddist skaddur av vøllinum, og tí er tað nú Bergur Midjord, sum er fremsti maður á liðnum hjá gestunum.