Santos: Eg havi brotið óstbeini

- Eg havi brotið óstbeini og skal skurðviðgerast í øksluni, sigur Santos

 

Dysturin var bara tjúgu minuttir gamal, tá Santos mátti berast av vøllinum á børu.

 

- Eg fór rekandi úti í vinstru síðu og bleiv so taklaður umkoll,og lendi á øskluni. Eg føldi beinanvegin at okkurt var gali. sigur Santos.

 

Sjúkrabilurin fór beina leið á landssjúkrahúsið við Santos eftir hendingina.

 

- Eg havi nógva pínu og bíði eftir at tey ringja frá landssjúkrahúsinum og siga mær nær eg skal skurðviðgerast, sigur Santos í dag

 

29-ára gamli Santos kom til Føroyar í 2004. Hann spældi fimm tey fyrstu árini við B36. Í 2009 skifti hann til EB/Streym.

 

- Hetta er fyrstu ferð at eg eri blivin álvarsliga skaddur síðani eg kom til Føroyar, sigur Santos.

 

Tað er enn ikki greitt nær Santos verður tøkur aftur.