Í USA hevur tann sera konservativi Rick Santorum heldur óvæntað vunnið uppstillingarvalið hjá republikanarunum í trimum statum, sum høvdu uppstillingarval í gjár.
Í Minnesota hevur hann sambært teimum seinastu tølunum fingið 44 prosent av atkvøðunum framman fyri Ron Paul, sum fekk 27 prosent. Hinir báðir, Mitt Romney og Newt Gingrich, fingu ávikavist 17 og 12 prosent.
Í Missouri vann Rick Santorum greiðan sigur við 55 prosentum av atkvøðunum. Her fekk Mitt Romney 25 prosent og Ron Paul 12.
Tað triðja uppstillingarvalið í gjár var í Colorado. Har var kappingin heldur javnari, men talsmenn hjá tí republikanska flokkinum siga, at Santorum hevur fingið 40 prosent av atkvøðunum, og at Mitt Romney fekk 35 prosent.
Tann 53 ára gamli Rick Santorum hevur fyrr umboðað statin Pennsylvania í Senatinum.