Rick Santorum vann stórsigur á republikanska uppstillingarvalinum í amerikanska suðurstatinum Louisiana í gjár. Hann fekk 49 prosent av atkvøðunum. Mitt Romney, sum er fremstur í uppstillingarkappingini, fekk 27 prosent, og Nrwt Gingrich var nummar trý við 16 prosentum.
Tað kom ikki óvart á eygleiðararnar, at Rick Santorum vann, tí hansara sera konservativu hugsjónir gera hann væl umtóktan í suðuratatunum. Ein kanning í nátt vísti eisini, at Santotum hevði fingið flest atkvøður frá øllum stættarbólkum uttan teimum mest múgvandi, sum høvdu valt Romney.
Hóast ósigurin í Louisiana er Mitt Romney framvegis klárt á odda í kappingini um republikanska forsetavalevnið. Hann hevur vunnið í 21 av 33 statum og hevur tryggjað sær umleið 560 valmenn. Rick Santorum hevur 246.