Rick Santorum er ikki longur við í kappingini hjá republikanarunum um at stilla upp ímóti Barack Obama á forsetavalinum í heyst. Hesum boðaði hann frá á tíðindafundi í kvøld. Um orsøkina segði hann, at dótturin Bella er vorðin sjúk, og at hann og konan, Karen, hava valt at seta familjuna í fremstu røð.
Tann sera konservativi Rick Santorum vann uppstillingina í 11 statum, og hóast hann alla tíðina lá væl aftan fyri Mitt Romney samanlagt, eydnaðist honum fleiri ferðir at seta ein vissan spenning í kappingina.
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at nú Rick Santorum hevur tikið seg burtur úr kappingini, hevur Mitt Romney bestu møguleikarnar at gerast republikanskt forsetavalevni.