Santiago tekur eitt ár afturat

Nýggi sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2023.

Ein av profilunum í seinnu kappingarhálvu, argentinski Santiago Lebus, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við AB. 

 

Eins og nógvir aðrir útlendskir leikarar, so kom Santiago Lebus til royndarvenjing hjá AB í januar. Avrátt varð tá at útleiga Santiago og annan argentinara til ÍF í fyrru kappingarhálvu. Hjá ÍF royndist 26 ára gamli miðvallarin væl.

 

– Í summar var upp á tal at lata Santiago fara víðari, men í evstu løtu bleiv avgerð tikin um, at hann ístaðin skuldi fáa sín kjans hjá AB og hjálpa okkum í strembanini eftir at varðveita sætið í deildini, siga tey úr AB.

 

– Hetta gjørdist ein avgerð, sum vit eru ómetaliga fegin um.

 

Av 990 møguligum minuttum hevur Santiago Lebus verið á vøllinum í 968 av teimum.

 

– Hann er byrjaður inni hvørja ferð, og hevur víst seg at vera ein sera virðismikil, raskur, álítandi og tekniskt góður miðvallari, sum altíð fer inn á vøllin við einum framúr góðum hugburði, ið smittar av upp á aðrar, sigur AB.

 

– Santiago Lebus eigur sín avgjørda leiklut í, at AB eisini spælir í Betrideildini í 2023, og vit gleðast um, at hann eisini er okkara í komandi kappingarári.