Sansir sniðgav pallin

Kunningarfyritøkan Sansir hevði sniðgivið pallin og sett dám á umhvørvið, sum Clinton og Blix ferðaðust í í Norðurlandahúsinum.

Av Sansum verður sagt, at arbeitt var við føroysku flagglitunum: reyðum, bláum og hvítum. Bakveggurin og klæðini hjá Tórunn Ellingsgaard vóru í bláum, teppið var hvítt, og stólarnir reyðir.

Bakveggurin myndaði eitt føroyskt landslag í hvítari handteknaðari striku á bláum botni. Ljóst bláligt ljós var kastað á bakveggin, so strikan stóð køld og ljósablá á myrkabláari bakgrund. Teppið hevur Sirri tøvt úr hvítari føroyskari ull.

Reyðu stólarnir vóru eggið hjá Arna Jacobsen, og harumframt var pallurin prýddur við fræsisfuglunum úr glasi hjá Tróndi Pætursyni. Bill Clinton og Hans Blix fingu hvør sín fugl til gávu frá fyrireikarunum.