Innflyting
Reklamuhúsið Sansir flytir nú inn í Tinghúsveg 47. Húsini eru í trimum hæddum, og er hvør hæddin 91 m2.
Loftshæddin er øll innrættað sum teknistova, og tað er har øll tey kreativu fólkini sita. Á miðhæddini er fundarhøli og umsiting, og í kjallaranum er ein kantina og bókhaldið.
Møguleiki er fyri einum rúmi afturat í kjallaranum, og møguliga kemur internetmaðurin at halda til har, men hetta er ikki rættiliga komið uppá pláss enn, sigur Høgni Rasmussen frá Sansum.
? Vit eru sera væl nøgdir við nýggju hølini, fortelur Høgni Rasmussen. ? Eg má siga, at eg havi sjálvur ongantíð arbeitt undir so góðum umstøðum fyrr. Tað mangla onkur smáting, men sum heild eru vit ógvuliga væl nøgdir.
Reklamuhúsið Sansir hevur annars hildið til uppi á Hálsi har Meinhard Arge var fyrr. Men nú hava teir endiliga fingið sínu egnu hølir.