Ísansgarður er opin alt árið

Trupult hevur verið við gistingarmøguleikum í Sandoynni. Men nú er Ísansgarður aftur opin alt árið

 

Ferðavinna

Gistingarhúsið Ísansgarður á Sandi er nú aftur opið alt árið. Hóast skiltið sigur: "Bed and breakfast", ber eisini til at fáa døgurða, tá biðið verður um tað.

Virkandi leiðari á Ísansgarði er Sonja Petersen á Sandi. Hon sigur, at hon hevur tikið við fyribils, meðan dagligi leiðarin, sum annrs er á garðinum, er í barnsburðarfarloyvi.

Tað er kortini ikki soleiðis, sigur Sonja Petersen, at fólk er í húsinum alla tíðina. Men telefonin verður altíð tikin. Fólk kunnu ringja og biða um hús og mat. Við gistingini fæst vanliga morgunmatur, men verður biðið um tað, er eisini døgurði at fáa. Best er tó, sigur Sonja, um fólk helst siga frá dagin fyri, tá tey vilja hava døgurða.

Ísansgarður hevur annars verið stongdur nakað herfyri, men seinasta summar varð latið uppaftur, eftir at nýggir eigarar høvdu yvirtikið húsið.

Ísansgarður hevur níggju kømur, sum øll kunnu hýsa tveimum fólkum. Tó er bara eitt teirra, sum hevur egið baðirúm. Hinvegin er tað nýtt. Annars eru felags baðirúm og wc. Matstova er eisini, umframt millum annað eina sodavatnsautomat og korttelefon til gestirnar at brúka.

Sonja Petersen ásannar, at ferðslan hevur ikki verið tann stóra á Ísansgarði seinastu tíðina. Men tað kemst kanska av, heldur hon, at ov lítið hevur verið gjørt við at lýst við húsinum. Ein faldari liggur á Kunningarstovuni, men tað er líkasum ikki nóg mikið, vísa royndirnar.

Hinvegin er ætlanin at gera meira burtur úr gistingarhúsinum á Sandi í framtíðini, sigur Sonja Petersen. Ætlanir eru um at fara at byggja út. Til dømis er køkurin ov lítil, og ætlanin er eisini at fá fleiri kømur. Eini 4-5 kømur verður tað helst til, sum gjørd verða aftrat.

Eisini verður søkt um at fáa skeinkiloyvi. Tað fer hon sjálv at søkja um, sigur Sonja Petersen. Tá umbyggingin er liðug, og skeinkiloyvið væntandi er fingið, er ætlanin at hava meira beinleiðis matsovuvirksemi í húsinum. Tá verður væntandi eisini brúk fyri onkrum fólki aftrat.

Sum er, sigur Sonja Petersen, er einki stað á Sandoynni, har fólk kunnu fara út at fáa sær ein bita, ella fyri tann skuld til nakað serligt tiltak sum so. Og onkrum síkum ganga tey eisini við ætlanum um at skipa fyri á Ísansgarði. Tiltøkum í húsinum, har fólk bara kunnu koma inn á gólvið uttan at skula gista.

Ferðamøguleikarnir hava ikki verið teir bestu í Sandoynna, sigur Sonja Petersen. Hon metir eisini tað at hava verið eina orsøk til, at lítið fólk er komið til oynna aðrastaðni úr landinum. Av tí sama hevur heldur ikki verið tann øgiligi tørvurin á gistingarhúsi. Og soleiðis hevur alt bitið seg aftur í halan.

Men nú verður tað. Tróndur verður nú endaliga pensioneraður, og nýggja Teistan seta tey stórt álit á í Sandoyni.

Sonja Petersen ivast í hvussu er ikki í, at hann fer at gera sítt til, at fleiri fólk fara at ferðast í oynna. Og tá ætlar hon saman við øðrum at vera til reiðar at taka í móti teimum á Ísansgarði.