Sansabreyt í Hoyvík

Sansabreytin kveikjir allar sansirnir, breytin er ein langur myrkur tunnil

Komandi mánadag, tann 29. oktober, lata Klubb 188 og Frítíðarskúlin í Hoyvík upp fyri einari áhugaverdari »Halloween sansabreyt«.

 

 

 

 

 

Sansabreytin kveikjir allar sansirnir, breytin er ein langur myrkur tunnil við ymiskum tingum sum man ikki sær men má føla seg fram til, fyri at koma út. Millum annað gangur man/følur man seg gjøgnum eiturkoppaspinn, millum eiturkoppar, sjálvlýsandi spøkilsir osv. 

 

 

 

 

 

 

 

Tað verður eggja til forvitni og sansastimbran, tí tað verða ristingar, ófrættakendar verur, óhugnaligar heksir, og kanska okkurt óhugnaligt men fangandi menniskja eisini verður á ferðini gjøgnum sansabreytina.  Alt hetta gongur fyri seg, meðan óhugnaligur tónleikur við orgulspæli, knirki, skríggji o.ø. hoyrist. 

 

 

 

 

 

 

Opið verður mánadagin 29. oktober frá kl. 17.30 til 19.30. Øll eru vælkomin at royna Halloween sansabreytina, bæði børn og vaksin.

 

Tiltakið er ókeypis.