Nýggja mentanarhúsið í Runavík verður týskvøldið karmur um tiltak rópt SANSA Handilsmiðdepilin í Runavík skipar týskvøldið 19. mai fyri stórum tiltaki í nýggja Mentanarhúsinum í Runavík. Tiltakið kallast SANSA, og er hetta eitt væl krydrað kvøld, har limir í HMD bjóða teirra vørur og tænastur fram á ein kreativan hátt. Harumframt verður skemt og tónleikur eisini ein partur av kvøldinum, sum byrjar kl. 19.00 og endar kl. 23.00.
Á skránni er nógv forvitnisligt. Eitt nú hava luttakandi limirnir í HMD vøruframsýning og sølu, umframt at mótahandlar hava mótasýning. Mótasýningin verður í tveimum, har børnini eru í tí fyrsta partinum.
Anna Nygaard av Glyvrum fer at undirhalda við sangi. Anna er væl kend í føroyska tónleikaumhvørvinum. Hon vann ársins songrødd fyri nøkrum árum síðan, og eftir hetta hevur hon verið at hoyrt javnan.
Ein fyrilestur er eisini settur á skránna. Sissal Kristiansen fer at hugleiða um tín persónliga samleika. Her hugleiðir hon m.a. um, hvat klæðini og litirnir tú brúkar siga um teg sum persón. Tveir persónar, ein maður og ein kvinna, verða broytt. Til hetta hava vit stylist at hjálpa okkum. Broyttu persónarnir verða avdúkaðir síðst á kvøldinum
Oddvør Skarðhamar fer harafturat at borðreiða við italskum brellbitum, har ein fær høvi at royna fleiri rættir við íblástri úr Italia.
Jákup Veyhe og Kim Hansen fara at taka sær av skemti og tónleiki.