Dráttur-ÍF 2-3 (23-25, 26-24, 28-30, 25-19, 10-15)
Undan dystinum lógu júst Dráttur og ÍF jøvn í oddinum í bestu kvinnudeildini, so vinnarin av hesum dystinum kundi leggja seg einsamalt á odda í meistaradeildini.
Dráttur hevur tó havt takið á ÍF í ár. Tvær ferðir hittust liðini í grundspælinum, og í báðum førum megnaði liðið úr Vágunum at vinna 3-2.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Liðini vildu vinna
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Fyrstu løtuna av dystinum var líkt til, at Dráttur væl og virðiliga var farið í jólafrí. ÍF setti seg tungt á dystin, og fyrstu løtuna var stórur munur á liðunum. ÍF dugdi eisini væl at gera sær dælt av, at kvinnurnar hjá Drátti als ikki vóru klárar til uppgávuna í byrjanini, og tíðliga í settinum høvdu tær vunnið seg 9 stig framum. So við og við raknaði Dráttur tó við, og spakuliga fóru tær at eta av stóru leiðsluni, sum ÍF hevði vunnið sær. Tær koma eisini heilt tætt síðstu løtuna, men ÍF kláraði at halda fast, og fyrsta settið fór til gestirnar, sum vunnu 23-25.
Í øðrum settið svav Dráttur eisini fyrstu løtuna, og ÍF kom framum við 5 stigum beinanvegin. Men hesa ferð fótaði Dráttur sær skjótari, og so gekk javnt, sum settið leið. ÍF hevði tó alla tíðina leiðsluna, men munurin var ikki stórur, og tað sást týðiligt, at bæði liðini vildu vinna henda dystin. Leikararnir kempaðu um hvønn bólt, og fleiri langir og spennandi bóltar blivu spældir. Móti endanum av settinum eydnaðist Drátti at fáa fatur á ÍF, og hetta settið vann Dráttur eisini 26-24.
Triðja sett gjørdist tað mest spennandi í dystinum. Dráttur var oman á at kalla allan vegin, men munurin var ongantíð stórur. ÍF fylgdi væl við, og tó settið leið ímóti endanum gjørdist greitt, at her mátti spælast longur enn til tey vanligu 25 stigini. Dattur var eisini framman fyri í hesum bóltunum, og tær høvdu fimm settbóltar, sum tær ikki kláraðu at vinna. ÍF takkaði fyri, og at enda vunnu kvinnurnar úr Fuglafirði 28-30.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Javnbrótari mátti til
Í fjórða setti fekk Dráttur aftur betru byrjanina, og sum settið leið, øktu tær bara um leiðsluna. Hetta settið var munur á liðunum, tí Dráttur var væl betri. Teimum eydnaðist eisini at vinna fjórða sett 25-19.
Nú skuldi liðini út í triðja innanhýsis javnbrótaran í hesum kappingarárinum, og undanfarnu ferðirnar hevði Dráttur vunnið. Hesaferð legði ÍF tó fyri sum eitt ódnarveður, og Dráttur gjørdi ótrúliga nógvar feilir fyrstu løtuna. Ikki gekk long tíð, so hevði ÍF lagt seg á odda heili 3-13, og nú var í roynd og veru avgjørt. Dráttur vann seg tó upp á 10-13, áðrenn ÍF setti punktum við tveimum bóltum. Sostatt vann ÍF toppdystin, og harvið hava tær lagt seg á odda í meistaradeildini hjá kvinnum.










