LØGMANSSTEYPIÐ
Um fótbóltsdystir verða lyftir og lættir á vágskálini, har mál og skifti í gongd og spenningi eru mátini, sum uppgerðirnar verða roknaðar eftir, so taldist uppgerðin millum B68 og KÍ á Svangaskarði leygardagin millum tær bestu.
Eftir 90 minuttir ? ella rættari eftir 93 minuttir ? stóð 4?4. Í umdystinum skoraðu liðini eina ferð í part, og í brotssparkskappingini var tað ikki fyrrenn seks spælarar høvdu roynt seg fyri hvørt liðið, at tað var greitt, at klaksvíkingar verða partur av hálvfinaluni.
Tað var einki at siga til, at toftamenn iðraðu seg. Teir lógu mestu tíðina undir, men kortini høvdu teir at enda avgerðina í sínum hondum. Í síðstu sekundunum av teimum trimum minuttunum, sum dómarin hevði lagt afturat, javnaði B68 til 4?4. Alexander Djordjevic royndi at sparka burtur úr KÍ brotsteiginum, men hann rakti ikki nóg væl, og so sigldi bólturin í bleytum boga upp um KÍ málverjan og niður við tvørtrænum.
Í umdystinum skoraði innskifti Fríðin Ziskason eitt rimmarmál fyri KÍ. Eftir innkast í vinstru og framlegging frá eisini innskifta Erlingi Fles fekk Fríðin stundir í brotsteiginum at lata bóltin støkka eina ferð í vøllin, áðrenn hann smekkaði upp í nettakið við nærra stólpan. Men B68 svaraði enn eina ferð aftur. Øssur Hansen og innskifti Øssur Jacobsen áttu uppspælið í í vinstru, og miðverjin Dánial Hansen tveitti seg framum verjuna og stútaði í málið.
So var neyðugt við brotsspørkum. Hóast kuldin var bítandi og lotið rættuliga frískt, so stóðu og sótu áskoðararnir sum á nálum. Ove Nysted, sum var komin seg eftir haldið í rygginum, sendi triðju KÍ royndina í tvørtræið.
Allir hinir spælararnir skoraðu, og so hevði Hans Fróði Hansen allar møguleikar at avgera B68 til fyrimunar, tá ið hann trein fram at avgreiða fimta og síðsta B68 skotið. Men landsliðsmiðverjin kiksaði. Hann sendi bóltin í tvørtræið, og tá ið Fríðin Ziskason hevði skorað í síðstu royndini fyri KÍ var neyðugt at útseta nátturðan eina løtu afturat. Men ikki so ógvuliga leingi. Karstin Joensen tveitti seg til røttu síðuna og møtti skotinum hjá Øssuri Jacobsen, og Erling Fles sendi afturum Albert Sævarson.
Eftir hálvan triðja tíma í bítandi kulda var dramatikkurin av, og klaksvíkingar á og kring vøllin fegnaðust so nógv, at tað tóktist sum um teir høvdu vunnið í finaluni!
Skinklaðu í verjupartinum
At ein fótbóltsdystur endar 4?4 boðar frá málsóknum spælarum. Men úrslitið boðar eisini frá, at tað man hava verið so sum so við verjupartinum. Steypadystir, har alt skal avgerast, eru altíð nakað heilt fyri seg. Tí eiga ikki avgjørdar niðurstøður at verða gjørdar eftir sovorna uppgerð. Men tá ið fjórðingsfinalan á Svangaskarði er sodnað, so er heildarmyndin, at tað var ov lætt at gera mál, bæði hjá KÍ, sum mesta partin av tíðini var á odda við einum og tveimum málum, og hjá B68, sum støðugt hevði moral at stríða seg uppí aftur.
KÍ hevði bara Eyðun Klakstein á toppinum. Hjalgrím Elttør var á miðvøllinum saman við fýra øðrum. Hann arbeiddi fyri fleiri, og tað eydnaðist væl hjá honum.
KÍ setti eftir eitt korter hol á eftir horna úr høgru. Ove Nysted var hægstur og stútaði bóltin fyri føturnar á Harley Bertholdsen, sum skoraði. Hjalgrím Elttør økti tveir minuttir seinni. Fínt álop í høgru endaði við, at Hjalgrím gjørdist leysur og setti framvið B68 málverjanum. Tá tóktist tað, sum um KÍ skuldi avgera, men B68 var beinanvegin við aftur. Ein av evnaríku ungu monnunum, Jóhan Petur Poulsen, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, varð feldur í brotsteiginum, og Dánial Hansen var tryggur úr ellivu metrum.
Eyðun Klakstein, sum arbeiddi nógv, økti undan steðginum. Hjalgrím Elttør breyt ígjøgnum í høgru og legði innfyri. Kristian Anton Andreasen minkaði um munin til 3?2, tá ið ungi álopsmaðurin varð einsamallur við KÍ málverjanum og var nóg kaldur, og Hjalgrím Elttør økti til 4?2, tá ið hann var fyrstur á fløtum innleggi úr høgru frá Arnoldi Joensen.
B68 royndi at flyta fólkið fram sum seinna umfarið leið. Men tað var merkisvert, at Øssur Hansen fyri tað mesta helt seg aftarlaga í vinstru (hann hevði verið góður at roynt seg við skotum útifrá), og at landsliðsmiðvallararnir Fróði Benjaminsen og Jan Ingi Petersen ikki vóru so eyðsýndir, sum tað kanska kundi roknast við eftir uppgerðirnar ímóti Kasakstan.
Tað eydnaðist Jóhan Petur Poulsen at minka um munin til 4?3, og so var tað, at Alexander Djordjevic í evstu løtu gjørdi sjálvmál, og at tað var neyðugt við umdysti og brotssparkskapping, áðrenn KÍ hevði tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.
B68: Albert Sævarson ? Bogi Petersen, Dánial Hansen, Hans Fróði Hansen, Øssur Hansen ? Kristian Poulsen (Øssur Jacobsen, 68.), Jan Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Jóhan Petur Poulsen ? Súni Fríði Johannesen (Mannbjørn Nesá, 79.), Kristian Anton Andreassen (Jan Joensen, 108.)
KÍ: Karstin Joensen ? Atli Danielsen, Ove Nysted, Alexander Djordjevic, Símun Joensen ? Arnold Joensen (Sámal Eyðfinn Akursmørk, 85.) Allan Joensen, Jan Andreasen, Hjalgrím Elttør, Harley Bertholdsen (Fríðin Ziskason, 78.)? Eyðun Klakstein (Erling Fles, 72.)
Dysturin í tølum
B68?KÍ 4?4 (1?3) umdystur 1?1 (0?1) brotssparkskapping 4?5
0?1: Harley Bertholdsen 14.
0?2: Hjalgrím Elttør 16.
1?2: Dánial Hansen br 18.
1?3: Eyðun Klakstein 34.
2?3: Kristian Anton Andreasen 54.
2?4: Hjalgrím Elttør 71.
3?4: Jóhan Petur Poulsen 82.
4?4: sjálvmál 90.
4?5: Fríðin Ziskason 101.
5?5: Dánial Hansen 116.
Brotssparkskapping
1?0: Dánial Hansen
1?1: Allan Joensen
2?1: Albert Sævarson
2?2: Jan Andreasen
3?2: Øssur Hansen
Ove Nysted á tvørtræið
4?2: Fróði Benjaminsen
4?3: Hjalgrím Elttør
Hans Fróði Hansen í tvørtræið
4?4: Fríðin Ziskason
Øssur Jacobsen ? Karstin Joensen bjargaði
4?5: Erling Fles










