Sannur listarmaður

Jógvan fekk framúr ummæli frá dómarunum, sum halda føroyingin vera eina gávu til X-factor

 

- Tað skuldi vera ein sangur, sum fólk kendust við.

 

Soleiðis tók Jógvan Joensen til, tá hann valdi sítt ískoyti til Grammy-kvøldið á X-factor. Um hyggjarunum dámdu framførsluna hjá Jógvani, nú hann framførdi Stay With Me hjá Sam Smith, fæst at vita seinni í kvøld. Men eingin ivi er um, at dómarunum dámdi tað.

 

- Tú ert ein listarmaður, sum skalt standa á palli fýra tímar út í eitt, og fólk fara ongan tíð avstað, tí tú verður bara betri og betri, tók Thomas Blachmann til, tá hann legði fyri. Og rósurnar gjørdust ikki minni, tá hann breyt Remee av við orðunum um, at Jógvan var ein gáva til X-factor.