Sannur gysari hjá monnunum

Menninir hava nú annað beinið í hálvfinaluni, men talan gjørdist um ein sera harðan dyst, áðrenn sigurin á Cayman varð tryggjaður

 

Flogbóltur


Føroyska manslandsliðið hevði eina harða skrá fyrsta kappingardagin á Oyggjaleikunum. Eftir at hava spælt móti Orkney fyrrapartin, beyð kvøldið upp á dyst móti Cayman Islands. Ein dystur, sum helst skuldi vinnast, um Føroyar skuldu hava møguleika at vinna seg fram til hálvfinalurnar.

Talan gjørdist eisini um ein sigur, men menninir máttu stríðast leingi, áðrenn hetta gjørdist veruleiki, tí teir av Cayman-oyggjunum gjørdu óvæntað harða mótstøðu.

Fyrsta settið var annars lítið, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran torføran dyst. Gaman í byrjaðu hinir væl, men eftir at okkara vunnu fleiri bóltar á rað, kom hetta settið ongan tíð í vanda.

Í seinna fóru hinir tó at gera mótstøðu. Ikki bert á vøllinum, tí við betraða spælinum batnaði lagið á áskoðaraplássunum eisini. Treystu føroysku áskoðararnir, sum hetta kvøldið vóru heilt nógvir í tali, gjørdu sjálvandi sítt, men hóast fáment, so megnaðu tey av Cayman so avgjørt at breiða sínar calypso-rútmur út um høllina.

Føroyska spælið koyrdi nú heldur einki serligt hetta settið. Ofta var líkt til, at okkara høvdu alstórar trupulleikar av rástyrkini hjá mótstøðuni, tá hesir hevði seg langt upp av gólvinum og dundursmashaðu bóltarnar yvir á føroysku hálvuna, og aloftast í gólvið.

Føroyingar vóru tó leingi væl við, men settið bar alt meira brá av einum tapi, og so gjørdist eisini.

Reistust aftur

Tað sum serliga tóktist vera trupulleikin hjá okkara monnum, var, at so at siga einki trýst varð lagt á mótstøðuliðið. Blokkurin vann snøgt sagt einki, og í álopspartinum var sjáldan lagt nakað serligt fyri, og tí var lag á manni hjá dimmu mótstøðumonnunum at spæla seg fram til góðar støður.

Hetta vendi spakuliga í triðja settinum. Í løtum kom veruligt glið á spælið hjá okkara, og tá teir av Cayman ikki vóru eins væl fyri tekniskt, gekk væl at seta trýst á, tá hetta veruliga varð roynt.

Hetta hendi tó alt ov sjáldan. Einamest kom tað fyri, tá Rúni Weihe slapp upp í part í spælinum framman fyri netið, meðan fleiri av berandi kreftunum als ikki sýndu ta spæl, sum teir vanliga kunnu gera í hesum partinum. Var tað ikki fyri júst Rúna, so kundi væl verið, at nógv verri hevði staðiði til hjá okkum, tí í fleiri avgerandi løtum var tað júst hann, sum við smashum sínum syrgdi fyri, at føroyska liðið yvirhøvur var við í dystinum.

Sjúkan helt fram

Ein kundi kanska hildið, at sigurin í triðja settinum gjørdi sítt til, at verulig gongd aftur fekst á, men so var tó ikki. Sjúkan í føroyska spælinum tóktist at halda fram, og tað var heilt skjótt, at Føroyar aftur vóru aftanfyri.

Hetta fekk tó ein bráðan enda, tá mest sum alt føroyska liðið raknaði við í senn. Brádliga dugdu eisini aðrir enn Rúni at smasja, hevingar komu upp í hæddina, har tær eiga at vera, og blokkurin fór knappliga at vinna fleiri av bóltunum framman fyri netið.

Framvegis gekk javnt á, men trýstið frá føroyingum viðførdi nú fleiri mistøk hjá mótstøðumonnunum, og tá teir so eisini framdu tvey av tí heldur óneyðuga slagnum, var leyst og liðugt hjá okkara.

Sigurin var tryggjaður uttan stórvegis hóvasták, og við hesum tykist nú vist, at Føroyar í øllum førum fara at røkka einum øðrum plássi í bólkinum. Um talan verður um meira, veldst helst um dystin móti Saaremaa, sum verður leiktur mikudagin.