Sannleikin trong kor

   

Hans Pauli Strøm, skrivari javnaðarfloksins, hevur skrivað eina grein um verkfallið og Tjóðveldisflokkin.
Tað átti hann ikki at gjørt.
Tí í fyrsta lagi avdúkar hann harvið enn einaferð, at tann einasta politiska uppíblandingin sum altíð við vissu er á arbeiðsmarknaðinum, kemur frá javnaðarflokkinum.
Og í øðrum lagi avdúkar hann enn einaferð, at sannleikin hevur sera trong kor, tá ræður um politiskt orðaskifti í Føroyum.

Ósannar grovheitir
Hans Pauli Strøm leggur Tjóðveldisflokkin undir eina røð av ósonnum uppáhaldum. Burturúr rúgvuni av grovheitum frá Hans Paula Strøm kann eg bert nevna, at hann:
-sigur Tjóðveldisflokkin hava stungið fakfeløg í ryggin. Veruleikin er, at Tjóðveldisflokkurin í øllum sínum politikki hevur bøtt um viðurskiftini og rættindini hjá tímaløntum og hjá øllum øðrum fakbólkum. Og vit hava altíð virt og lagt dent á ábyrgdina hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
-Sigur undirritaða hava kallað lønarkrøv ábyrgdarleys. Hetta er bein-leiðis ósatt. Eg havi als ikki úttalað meg um ítøkiligu samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað skulu partarnir sjálvir avgreiða.
-sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur blakað ábyrgdina fyri fyrsta sjúkradegi yvir til fakfeløgini og arbeiðsgevarar at berjast um. Hetta er beinleiðis skeivt. Tað er við lóg álagt arbeiðs-gevarum at gjalda fyrstu sjúkradagarnar. Hetta er altso ein rættur hjá arbeiðarafjøldini, sum alment sett hava í sáttmála. Og í okkara grannalondum rindar arbeiðsgevarin fyri nógv meira enn 1. og 2. sjúkradag.

Hvør leggur seg út í samráðingar?
Samanumtikið førir Hans Pauli Strøm somu álop á Tjóðveldisflokkin fram, sum starvsnevnd javnaðarfloksins ger í almennum brævi og sum formaður javnaðarfloksins áður hevur ført fram. Bert eru orðini hjá Hans Paula upp aftur grovari og hatskari.
Men høvdu Hans Pauli Strøm og javnaðarflokkurin hildið seg til sannleikan og veruleikan, so er skjótt at staðfesta, at politikkurin hjá Tjóðveldisflokkurin er greiður. Partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum hava ábyrgd av at semjast um sínar sáttmálar. Vit vilja ikki dragast upp í ósemjurnar. Á almenna arbeiðsmarknaðinum hava vit okkara skyldur sum politikarar, og tær halda vit til lítar.
Tann einasti, sum ikki kennir sína skyldu og roynir at draga partapolitikk upp í samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, er javnaðarflokkurin.
Tað er veruleikin, sum javnaðarflokkurin prógvar dag um dag.