Rósa skrivar í svari til Kára P. Højgaard, at samgongufelagar hennara taka fult undir við hesum, ið eg nú skal reksa upp fyri lesaranum.
Altso, Sambands-, Fólka –, og Javnaðar flokkurin taka fult undir við, at:
- 6 sambýlispláss verða stongd í Eysturkommunu.
- 6 røktar-sjúklingar skulu koyrast út frá ERE.
- neyðugar starvsfólkauppsagnir verða framdar.
- tann bíðilistin upp á umleið 100 eldri fólk og tey 15, ið mugu metast, at hava akkuttan tørv á røktarplássi á stovninum ERE og sambýlispláss í Gøtubrá, ongan týdning hava. (Í øllum førum ikki fyrrenn 3 máðaðir undan næsta løgtingsvali).
Eg má siga, at hetta skelkar meg almikið. Kann hetta veruliga vera so? Eg kann ikki trúgva hesum; men hetta sigur Rósa, og vónandi sigur hon ósatt, tá sipað verður til svarið til Kára P. Højgaard.
Kundi tó hugsað mær, at onkur hevði eina viðmerking til hetta, tí til seinasta val vóru lyftini til hesar borgarar rættiliga nógv, kanska so nógv, at tann ungi veljarin til tíðir føldi seg gloymdan.
Kanska ein freistast til at halda, at um Rósa hevði ætlan um at steingja eitt posthús, ella at niðurlaga onkran blokk ella kanska skifta eina úthurð, ja, so hevði ikki skorta upp á viðmerkingar, tað vita vit øll, tí hetta sigur søgan okkum í øllum førum, sambært bløðunum.
P.S. Annars so haldi eg tað verða upp á tíðina, at Rósa sigur okkum alt um málið, eisini tað, at stongt verður í Gøtubrá, tí annars halda fólk okkum ikki tosa um sama mál.
Tummas Eli Joensen
Stýrisformaður
Eysturoyar Ellis – og Røktarheimi