Jakob Holm, Argir
Tórbjørn Jacobsen, sum altíð er skjótur at leggja eftir øðrum, átti at tolt meira mótgang og hann átti fyri langari tíð síðani at havt lagt frá sær sum politikari við øllum gølunum, hann hevur skapt, heldur Jakob Holm
Nú klári eg ikki at halda mær longur.
Tað er við at blíva ein vani, tá man lesur bløðini, at Tórbjørn Jacobseb, goyr og geylar upp um fjant og fjas.
Vit vita øll, at tað vóru nógv sum fóru húsagang í 80 til 90-unum, so tað er ikki nakað nýtt, at tað vóru fólk, sum ikki fingu endarnar at hanga saman.
Men tað vóru eisini tey fólk, sum søgdu seg ikki fáa endarnar at røkka saman við øðrum spekulatiónum í tonkunum, fyri at skora kassan.
Tað var so lætt at bara koyra alt konkurs, (ella fáa sanaring) fyri síðan at keypa tað aftur fyri lítlan og ongan penga, og so liva sum greivar av at fara konkurs, soleiðis er tað eisini ídag (hví tað)?
So eg dugi ikki at skilja T.J. at tú skalt leika so í, nú tað er onkur sum er maður fyri at koma fram við sannleikanum um, hvussu alt for fram her á landi í 80 til 90-unum.
So T.J., hatta lesarabrævið sum var til tín í Sosialinum tann 20. januar, og sum var skrivað av ein persóni, sum tit siga, skal vera anonymur og ikki hevur sagt sítt rætta navn, er sjálvandi ikki rætt at gera, men tað kundi verið, at tað er ein persónur, sum kennir for nógv til tín (tykkum) og sum ikki vil vera hongdur út av tær, tí tað vísir seg, at tú kann gera og siga akkurát tað sum passar tær, uttan at vera revsaður fyri nakað.
Men tað er nokk tí, at her á landi eru nógvar vattnissur í høgum stillingum.
Tað sum dulnevndi skrivaði í Sosialinum tann 20. januar er nú heldur ikki lygn T. J.
Tað sum er galið her á landi, tað er, at nógv hava tagnarskyldu, og sum virkuliga vita nakað, sum burdi verið komið fram fyri Føroyar fólki.
Men til tín T.J. so havi eg eisini siglt fyri KGH í Grønlandi um somu tíð sum tú. Havi eisini siglt fyri Copenhagen Reefers, so tú skalt ikki vera yvirraskaður at tað eru onnur sum kenna til slíkt, sum nú er komið fram í lesarabrævi undir dulnavni S.H.J. av Tvøroyri tann 20. januar 2006
Tað sum hann skuldi gjørt, tað var at koma fram við meira um trolarin hjá tær.
Nej T. J. tú ert so skjótur at rópa upp og fara eftir persónum, so tú skuldi tolt meira mótgang móti tær sjálvan, tú sum aldrin heldur kj...... Serligani tá tað eru persónar, sum ikki dansa eftir tínari pípu.
Er tað nakar sum sigur tær ímoti, so uppførir tú teg sum ein smádrong sum hevur fingið tikið slikkipinnin úr munninum.
Eg meini, at tú skuldi feia fyri egnu dyr, næstu ferð tú goyr og gall úr tær yvir aðrar pers. Við slíkum tvassi.
Tað er ikki skomm skapt í tær T.J. tí um so var, ja so hevði tú lagt frá tær sum politikkari fyri langari tíð siðan, ella gingið stillisliga við hurðunum, við øllum teimum gølunum tú hevur gjørt.
Gud bevare Føroyar og Danmark.