Tað sum eg í veruleikanum vil viðmerkja er, at tað er blivið næstan móti at hava eina »forbronglaða« hugsan um skriftirnar. Tað vil siga eina hugsan, sum sigur, at einhvør kann leggja út skriftirnar so, at tær passa inn í hansara lív. Gud er góður, so leingi »hann aktar meg«. At eg skal gera sum Gud sigur, kemur hesum menniskjum ikki til hugs.
Gud er skaparin. Hann hevur skapað alt sum til er. Tað stendur um Gud, at tær hægstu verðurnar á himni, sum hava nógva ferðir størri vald enn nakar kongur ella forseti á jørðini nakrantíð kemur at hava, falla á sína ásjón og tilbiðja Gud nátt og dag!
Tað er eymleikan og undirgevanina undir Guds vilja hjá teim trúgvandi, ið mong ikki tola. Og so skal tað skírast okkurt ljótt. Og hví ikki brúka tað ljótasta, tað sum teir ringastu yvirgangskropparnir á jørðini verða skírdir? Er hetta rættvíst um friðarlig og friðarelskandi menniskju? Nei, tað haldi eg ikki. Tí sigi eg, at tílík skíran sigur meira um skíraran, enn um tannskírda. Og so nokk um tað.
Annars er bíblian Guds boð til okkara. Jesus er Harrin. Kongur konganna og Harri harranna. Honum skulu vit lýða. Og hansara orð eru greið. Tann, sum tekur við Golgataoffrinum, er frelstur. Tann, sum vrakar tað fer fortapt, fer í helviti. Hetta eru geið boð, og hetta er tað, øll trúgvandi eru sett at boða. Jens Pauli endurgevur William Heinesen, sála, fyri at kalla læruna um helviti, »ta ljótastu læruna, ið til er«. ? Og hon forkenar bert at verða varðveitt í spritti. Nú veit eg ikki, um trøllini hjá Williami vóru vakrari - . Men læruna um helviti hava vit frá Kristusi sjálvum. Ikki vit, men Kristus, hann, sum hevur alt vald á himni og á jørð, segði okkum um himmal og helviti. Skulu vit so tiga?
Vit eru boðberar í Kristi stað. Vit siga við Kristusi: Verði sátt við Gud! Soleiðis sigur ápostulin. Um tað skal vera hugsanin, at vit skulu taka alt burtur úr skriftunum, sum okkum ikki hóvar, so gevi eg lítið fyri kristnina. Tá er hon ikki vorðin annað enn lygnarar og falsarar. Og annað eru tey, sum ger slíkt ikki.
Hetta vilja vit ikki vera! Vit vilja, við øllum mildni og kærleika, siga frá um helviti. Men ikki minst, at tað er ein vegur uttan um helviti: Jesus Kristus! Og hansara verk á Golgata. Uttan Jesus kemur eingin í himmalin.
Kristus hevur sent okkum út at boða HANSARA boðskap. Ikki OKKARA boðskap. Um vit leggja helviti burtur úr, tá er tað ikki Kristi boðskapur longur, og tískil ikki kristindómur, men svikalæra vit boða. So einfalt er tað.
Eg eri bangin fyri, at sendu vit hesi sokallað nýhugsandi menniskjuni út at keypa breyð til hungrandi fólk, so komu tey aftur við gróti, og hildu seg hava gjørt eina góðgerð. Annarleiðis kann eg ikki skilja greinina. Eg loyvi mær at gera hesa viðmerking alment, tí hann kom fram við sínum pástandi alment. Tað sum Kristus sendi okkum út at boða, mugu vit ikki boða! Menniskju tola tað ikki! Er hetta ikki at gera sum strutsurin?: Stinga høvdið í sandin, fyri ikki at síggja veruleikan í eyguni? Hvør vísdómur er í tí?
Er helviti til, so er tað til, og so skal tað ikki tigast burtur! Jesus sigur, at tað er til, og tað er grundgeving nokk fyri meg og øll trúgvandi. Amen!
Leggja vit helviti burturúr, so kann eg vissa ein og hvønn um, at tá koma mangar sálir at rópa úr helviti til okkara, tó at vit ikki hoyra tey: Hví lugu tit fyri okkum um helviti? Hví søgdu tit okkum ikki um hetta ræðuliga stað, so vit kundu verða frelst frá tí?
Hetta, mín kæri vinur, er grundin til, at vit eisini boða um helviti, umframt tað, at Kristus boðar okkum at gera tað. Ikki tí tað er stuttligt, men tí tað er satt!
Sonni Jacobsen