Sannleikans tími hjá Arsenal

Í kvøld varpaði Chelsea toppliðið í landskappingini úr lítlu steypakappingini

Eftir níggju umfør er Arsenal topplið í Onglandi. Spurningur hevur verið settur við, hvussu drúgvir teir reyðu og hvítu fara at vera, tí higartil hevur mótstøðan í landskappingini ikki verið so øgilig.

Í kvøld var Arsenal á heimavølli í lítlu steypakappingini ímóti grannunum í Chelsea. Tað gekk einki serligt, tí Chelsea skoraði eitt mál í 1. hálvleiki og eitt í 2. hálvleiki. Harvið er Arsenal varpað úr lítlu steypakappingini. Arsenal hevði meiri enn ilt við at spæla seg til møguleikar, meðan Chelsea vardi framúr væl og spældi seg til fleiri stórar møguleikar. Málini skoraðu Cesar Azpilicueta í 25. minutti eftir verjukiks og Juan Mata í 66. minutti við finum skoti av brotsteigarmarkinum.

 

Spurningurin er so, hvussu tað fer at ganga í landskappingini og europeisku meistarakappingini. Tað fæst at vita næstu smáu tvær vikurnar. Leygardagin kemur Liverpool, sum er næstfremst í landskappingini, at vitja. Um eina viku skal Arsenal spæla í europeisku kappingini í Dortmund, sum fyri stuttum vann 2-1 í London, og annan sunnudag bíðar Manchester United á Old Trafford.

 

Í Capital One Cup, sum lítla steypakappingin eitur, vann Manchester United í kvøld 4-0 á heimavølli ímóti Norwich. Hini úrslitini: Leicester-Fulham 4-3, Burnley-West Ham 0-2 og Birmingham-Stoke 3-4.