Nú er dagurin komin, sum fólk bæði á Strondum, Skála, í Havn og aðrastaðni hava bíðað eftir í eina langa viku. Fortreytirnar eru greiðar: Liðið, sum vinnur, er føroyameistari hjá kvinnum 1998.
Tað er sjálvandi dysturin millum StÍF og Kyndil, talan er um. Eitt umfar er eftir av landskappingini, og tað hevur lagað seg soleiðis, at StÍF er á odda, bert eitt stig framman fyri Kyndil á øðrum plássi. Hesi bæði liðini eru tey einastu, sum kunnu vinna føroyameistaraheitið, og tey spæla ímóti hvørjum øðrum á Skála í dag. Meira spennandi kann tað ikki vera!
StÍF hevur ligið á odda so at siga alt endaspælið, og tað einu tíðina bendi alt á, at spurningurin um FM-heitið fór at verða svaraður áðrenn seinasta umfar. Men seinasta vikuskiftið fekk StÍF bert javnleik móti botnliðnum Stjørnuni, meðan Kyndil hinvegin vann sannførandi á Neistanum, so nú er framvegis alt at spæla um.










