Tað er einki nýtt í tí, at danir fegin vilja halda fram við at ráða yvir Føroyum. Tað áhugaverda var, at teir nú spældu greitt út og søgdu, at teir ikki longur vildu gjalda ein yvirprís fyri at sleppa at vera imperialistar. Vilja vit vit vera saman við teimum, so rýkur blokkurin. Vilja vit gerast eitt fullvalda ríki, so hendir tað sama.
Fyri fyrstu ferð er tað tí greitt, at tær fíggjarligu avleiðingarnar vera tær somu fyri okkum uttan mun til um vit halda fram við tí skipan vit hava, ella um vit velja javnaðaruppskotið, sambandsuppskotið, ella um okkum dámar betur uppskot landsstýrisins til eina skipan av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Hetta eru stórtíðindi, og serliga fyri okkum, sum vilja at vit skulu ráða yvir hesum landi frá hægstu tindum út á ytstu mið, var hesin dagurin søguligur, tí nú er alt tos um pengar tikið av skránni. Nú skulu vit bert svara, um vit eru føroyingar ella ikki. Úrslitið er tí givið frammanundan.
Zakarias Wang
7/4 2000