Sannlíkt at Ísrael fer at leypa á Iran

Tað hevur ljóðað teir seinastu dagarnar, at Ísrael fyrireikar seg til at bumba kjarnorkuútbúnaðin í Iran, og í gjárkvøldið segði ísraelski forsetin, Shimon Peres, at eitt álop gerst støðugt meiri og meiri sannlíkt.

-Fregnartænasturnar hjá fleiri londum halda eygað við Iran, og tær eru farnar at stúra og leggja nú trýst á sínar leiðarar við at ávara um, at Iran er til reiðar at útvega sær kjarnorkuvápn. Vit fara at tosa við hesi londini fyri at vissa okkum um, at tey halda sínar skyldur, segði Peres í ísraelska sjónvarpinum.

Hósdagin var ein stór tilbúgvingarroynd í og kring Tel Aviv, og mikudagin royndi Ísrael eina nýggja rakettskipan, sum sambært fjølmiðlunum kann brúkast til kjarnorkuløddar rakettir. Sama dag visti blaðið Haaretz at siga, at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og Ehud Barak, verjumálaráðharri, royna at savna undirtøku fyri einum álopi á Iran.

Ein meiningakanning vísir, at tað ísraelska fólkið er í tvíningum, tá tað snýr seg um álop á Iran. 41 prosent taka undir við einum álopi, og 39 prosent eru ímóti. 20 prosent ivast.

Iran hevur boðað frá, at tað fer at revsa Ísrael, um ísraelsmenn leypa á.