Sannlíkt at Skjern verður heimavøllur komandi dyst

(FM1) Forkvinnan í HSF er sera fegin um, at føroyingar í stórum tali møttu upp í Skjern at stuðla landsliðnum

Tað er sannlíkt, at Skjern Bank leikvøllurin í Skjern eisini verður heimavøllurin hjá Føroyum, tá hondbóltslandsliðið skal spæla heimadyst ímóti Ukraina 10. apríl komandi ár. Tað staðfestir forkvinnan í HSF, Gunn Ellefsen.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Gunn Ellefsen aftaná dystin ímóti Danmark í Skjern.

 

Gunn Ellefsen greiðir frá, at tað er avmarkað hvussu nógv fólk HSF kann senda avstað at reika fyri einum landsdysti, og tí er tað sannlíkt, at HSF heldur seg til leistin sum er brúktur hesaferð.

 

Gunn Ellefsen er sera fegin um, at so nógvir føroyingar møttu til dystin í Skjern í dag. Tað ger stóran og góðan mun hjá HSF.