Sannlíkt at samstarvið við Allan Simonsen heldur fram

Bæði formaðurin í FSF og landsliðsvenjarin siga seg vera áhugaðar í at halda fram við at samstarva, og spælararnir hava einki ímóti tí

Tað verður avgjørt tær næstu vikurnar, um landsliðsvenjarin í ár 2000 og 2001 fer at eita Allan Simonsen ella ikki. Og sambært útsøgnum frá Torleifi Sigurðsson, formanni í FSF, og frá Allani Simonsen so bendir alt á, at maðurin, sum hevur havt ábyrgdina síðani 1994, eisini fer at hava ábyrgdina tvey tey næstu árini.

? Eg síggi framvegis møguleikar í at menna hetta liðið. Sjálvur haldi eg, at føroyskur fótbóltur er mentur ómetaliga nógv tey síðstu árini, tað er komið landsliðnum til góða, og eg haldi framvegis, at vit kunnu røkka eini tíggju fimtan prosent longri fram.

Tað sigur Allan Simonsen, sum roknar við, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála vera í summar, og at tað longu undan teimum báðu heimadystunum, sum vera fyrst í september verður avgjørt, um samstarvið skal halda fram.

Torleif Sigurðsson segði í útvarpinum leygarkvøldið, at hann dugur ikki at síggja nakra orsøk vera til at skifta venjara, nú framgongdin hevur verið so sjónsk, og spælararnir taka undir við formanninum í hesum.


Fleiri avbjóðingar

Í eftirmetingini av tíðini, sum er um at vera runnin, og harvið í arbeiðnum at finna fram til undir hvørjum treytum samstarvið skal halda fram, hava bæði FSF og Allan Simonsen síni ynski. Eitt er lønarspurningurin og arbeðstíðir. Hetta er nakað, sum tað verður ikki tosað so nógv um, men tað er einki at ivast í, at venjarin stendur sterkari nú, enn hann nakrantíð hevur gjørt, tí úrslitini eru vorðin alt betri og harvið áhugin fyri landsliðnum.

Nakað annað eru onnur viðurskifti, og tá vit tosa um hetta við venjaran, orðar hann seg soleiðis:

? Skulu vit røkka longri, so mugu vit so við og við taka fleiri stig fyri at betra um fyritreytirnar, og tað er m.a. sovorðið, sum eg haldi, at vit skulu tosa um. Eg kundi t.d. hugsað mær, at vit spældu fleiri dystir, og ein møguleiki fyri hesum hevði verið, at vit luttóku í kappingum úti í verðini, sum vit vita, at t.d. donsk feløg hava luttikið í, og har stórar peningaupphæddir hava staðið upp á spæl. Hetta hevði verið mennandi fyri spælararnar, og tað hevði økt um møguleikarnar fyri, at landsliðið hevði staðið seg uppaftur betri í undankappingum, er boðið hjá Allani Simonsen.

Tá vit tosaðu vit hann í gjár segði hann seg ikki vera farnan undir at umhugsa møguligar broytingar á liðnum til dystin í annaðkvøld:

? Fyribils sóla vit okkum allir í góða avrikinum og úrslitinum móti Skotlandi. Og so kunnu vit leggja afturat, at líkindini á Svangaskarði fyrrapartin í gjár vóru av teimum bestu til at sóla sær í!