Enn eina ferð hava vit fingið staðfest, hvussu stórt vælsignilsi tað er fyri okkum føroyingar, at vit eru undirgivin danska ríkinum og øllum donskum yvirvaldi. Somuleiðis hava vit enn eina ferð fingið vissu fyri, at danskarar á sín serliga hátt hava víst okkum, hvussu herligt tað er at vera partur av hesi ríkisfamiljuni, ið hongur saman í tjúkkum og tunnum eftir tesuni um, at “den, man elsker, tugter man gerne”. Jú, hvat hava vit ikki nógv at takka danskarum og Danmark fyri, ha?
Bráðfeingis nevndarformaðurin í Eik vísti takt og tóna, tá hann á tíðindafundinum í bankaháborgini í gjárkvøldið eyðmjúkur viðgekk, at tað vóru nevnd og stjórn í Eik, sum áttu ábyrgdina fyri ta støðu, bankin hevði komið sær í. Einki við at skylda upp á Fíggjareftirlitið, landsstýrið ella nakran annan. Her var einki uttanumtos ella nakað annað, men bara ein turr viðurkenning av umstøðunum, sum tær nú eina ferð eru blivnar. Shit happens.
Nei, Fíggjareftirlitið og danskarar hava ikki skyldina. Men fyri tað er tað einki uttan reindyrkaður óndskapur, tá danski parturin av hesum máli heldur nevndina í Eik fyri tað turra spott, sum gjørt er í hesum føri. Har hava nevndarlimir og starvsfólk við mestsum ongari freist leitað bæði nátt og dag eftir einari loysn, ið enntá var skorin eftir donskum leisti, men alt til onga nyttu. Beint áðrenn lokið skuldi leggjast á kistuna, kom undan kavi, at tað var forrestin ikki hetta slagið av fyrstuhjálp, ið skuldi gevast… Álvaratos!
Øðrvísi er við sonnu vinum okkara í Íslandi, sum í tólvta tíma royndu at koma til hjálpar, hóast teir verri enn so eiga so mikið, sum teir sjálvir hava brúk fyri. Slíkt er brøðralag, tá tað er best! Tí er at vóna, at um føroyski parturin av Eik Banka sleppur at rísa uppaftur frá teimum deyðu í nýggjum felag og undir øðrum navni, so verður tað ein endurreisn, ið føroyingar kunnu gera saman við íslendingum. Nú hava vit og íslendingar jú brádliga so nógv meira til felags, enn vit vistu av, at vit høvdu, samstundis sum vit nú endaliga hava fingið staðfest, at danskarar og vit hava akkurát einki til felags. Og gott tað sama…