Jóannes Guttesen hjá borðtennissambandinum skrivar fyri løtu síðani: - Durita F. Jensen og Henrietta Nielsen vunnu báðar dystirnar í bólkaspælinum og hava spælt seg víðari.
Fyrst vunnu tær ímóti einum pari av Jersey og síðani einum blandaðum pari úr Grønlandi og Cayman Islands.Í dag kl. 14.30 møta tær Nilsson og Olofsson úr Gotlandi - vinnarin er í hálvfinaluni.
Anna Mikkjalsdóttir skuldi eisini luttaka saman við einari av Alderney, men hon legðist sjúk undan dystinum og soleiðis fekk Anna ongan dyst í kappingini.
Kelda og mynd: btsf.fo