Sannførandi sigur á Gibraltar

Dávid Reynheim, Jónas Gaard og Dánial Mørkøre stóðu fyri málunum, tá U17-landsliðið við dreingjum týsdagin vann 4-0 á Gibraltar, skrivar Fótbóltssambandið

Dánial Mørkøre, Dávid Reynheim, sum skoraði tvey, og Jónas Gaard stóðu fyri málunum í 4-0 sigrinum á Gibraltar - Mynd: Kári Johansen

Dávid Reynheim, Jónas Gaard og Dánial Mørkøre stóðu fyri málunum, tá U17-landsliðið við dreingjum týsdagin vann 4-0 á Gibraltar, skrivar Fótbóltssambandið. Eftir tveir heldur torførar og truplar dystir móti Litava og Íslandi, hilnaðist betri hjá føroysku U17 dreingjunum móti Gibraltar, sum var síðsta mótstøðuliðið í UEFA menningarkappingini, ið seinastu dagarnar hevur verið í Gibraltar.

 

Føroyar vunnu 4-0, eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum. Beint fyri steðgin legði Jónas Gaard Føroyar á odda, og tá fáir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki øktu Dánial Mørkøre og Dávid Reynheim til 2-0 og 3-0.

 

Føroyska liðið sat á tí allar mesta, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var Dávid Reynheim aftur upp á spæl, tá hann skoraði sítt annað mál, og slerdi harvið sigurin rimmar fastan.

 

Litava vann kappingina við 9 stigum, Ísland fekk 6 stig, Føroyar endaðu á 3. plássi við trimum stigum, og Gibraltar bleiv nummar 4 við ongum stigi.

 

##med2##

 

Dánial Mørkøre, Dávid Reynheim, sum skoraði tvey, og Jónas Gaard stóðu fyri málunum í 4-0 sigrinum á Gibraltar - Mynd: Kári Johansen

Føroyski hópurin aftaná 4-0 sigurin á Gibraltar – Mynd: Kári Johansen